Seinastu mánaðirnar hevur føroyingurin Teitur Árnason sitið við sveittabroti og klipt næsta film sín. Hann hevur sama heiti sum tann fyrri, nevniliga Burturhugur. Undirheitið hesuferð er Observaciones de Cuba ella eygleiðingar av Kuba.
? Hesin filmurin er meira litfagur enn tann fyrri, har eg royndi at lýsa einsemi og avbyrging úti í Fugloy. Fólkini, sum verða lýst í filminum, eru væl skorin fyri tungubandinum, og tónleikurin hevur ein stóran leiklut í filminum, segði Teitur Árnason áðrenn hann fríggjadagin settist í flogfarið í Kastrup við kós móti Føroyum.
Gerandismyndir
Filmurin snýr seg um fýra persónar á Kuba, og hyggjarin fær innlit í teirra gerandisdag. Í filminum verður fylgt við fiskimanninum Manuel, sjúkrasystrini Raceldu, tónleikaranum Lazarus og yrkjaranum Luis.
? Eg havi ongan ávísan boðskap við filminum, men ætlanin er, at geva fólki høvi at fordjúpa seg í einum fremmandum umhvørvi, sigur Teitur Árnason.
Teitur kennir sjálvur øll tey fýra fólkini, sum eru miðdepil í filminum, persónliga, og hetta er avgerandi fyri tað endaliga úrslitið. Teitur kendi eisini fólkini, sum vóru við í tí fyrra filminum.
? Eg kom at kenna hesi fólkini, tá eg var á Kuba á fyrsta sinni í 1995. Í filminum royni eg at gera eitt portrett av teimum, og nomið verður við ymisk verkevni, sigur Teitur Árnason.
Sjúkrasystirin Racelda býr í høvuðsstaðnum Havana, meðan hinir tríggir, sum eru við í filminum, búgva í einum býi har suðuri í landinum, sum eitur Cienfuegos, ið merkir teir hundrað eldarnir.
Ein greipa
Filmarnir báðir, sum bera sama heiti, eru á ein hátt ein greipa, men hinvegin eru teir eisini sera ólíkir.
? Filmarnir eru leikstjórnaðir í sama anda og minna um hvønn annan. Teir skulu á onkran hátt vera ein greipa, hóast umhvørvini, sum lýst verða, eru ógvuliga ólík, sigur Teitur.
Teitur hevur tvær ferðir verið á Kuba og tikið upp. Fyrru ferð var fyri meira enn einum ári síðani, men í vetur var hann aftur á tí karibisku oynni og tók upp.
? Tað var neyðugt at rista lív í aftur hetta projektið, tí tað var so langt fráliðið, síðan eg tók tær fyrstu myndirnar. Tí fór eg yviraftur til Kuba í vetur. Á seinnu ferðini havi eg fingið nógv nýtt tilfar, sum eg havi brúkt í filminum, og tað hevur tí bøtt nógv um hann, at eg fór aðru ferð, sigur leikstjórin.
Filmurin miðar ímóti at koma fram á sereyðkenni í hesum samfelagnum, sum liggur so fjart frá øllum, sum vit kenna heimligt. Ætlanin við filminum er eisini, at hann skal geva svar uppá tann fyrra filmin, sum varð tikin upp í Hattarvík.
Nógv tíð
Síðan februar mánað hevur ungi leikstjórin verið sera upptikin av at klippa upptøkurnar og at fáa tey seinastu tingini uppá pláss.
? Eg havi lagt alla mína tíð í hetta projektið, og seinasta mánaðin hevur tað verið sera hektiskt. Eg eri tó sera væl nøgdur við tað endaliga úrslitið, sigur Teitur.
Teitur hevur havt somu fólk at hjálpa sær við upptøkunum sum til filmin um Hattarvík. Filmurin er 75 minuttir til longdar og verður frumsýndur í dag, leygardagin, klokkan 17 í Havnar Bio.
Sýningin er ein partur av Listastevnu Føroya, sum eisini fer av bakkastokki í dag.










