Heimildarfilmurin hjá Teiti Árnason, »Burturhugur - faroese observations«, sum lýsir lív og umstøður hjá nøkrum fólkum í Hattarvík, varð frumsýndur á listastevnuni í Norðurlandahúsinum 2001.
Síðani hevur hann verið sýndur á fleiri listastevnum, nú um mánaðarskiftið oktober-november á »Nordische Filmtage« í Lübeck og á »Uppsala Internationella Kortfilmfestival«. Á hesi seinnu stevnuni fekk filmurin virðislønina »Videosektionens pris«.
Fyrispurningar um Hattarvíkar-filmin eru komnir úr Torino í Italia og úr París. Í vetur verður hann sýndur í íslendska ríkissjónvarpinum.