Burturflytari fyri rættin í USA

Amerikansku myndugleikarnir umhugsa at krevja at fáa fatur á manninum, sum verður lagdur undir at hava skipað fyri, tá tíðindamaðurin Daniel Pearl varð burturfluttur í Pakistan

Myndugleikarnir í Pakistan vita framvegis ikki, hvat er vorðið av Daniel Pearl, sum varð burturfluttur í pakistanska býnum Karashi herfyri.
Pakistanska løgreglan tók í síðstu viku Sheik Omar Sead, tí løgreglan hevur illgruna um, at tað var hann, sum legði burturflytingina til rættis. Hann hevur verið til avhoyringar fleiri ferðir, men sambært løgregluni vil hann einki siga.
Amerikanska blaðið Newsweek skrivar, at myndugleikarnir í Pakistan og USA hava illgruna um, at Sheik Omar Saed hevur verið uppi í trimum øðrum burturflytingum. Eisini tær ferðirnar vóru tað amerikanskir ríkisborgarar, sum vórðu burturfluttir.
Sambært Newsweek kanna amerikansku myndgleikarnir nú, um tað ber til at fáa Sheik Omar Sead útflýggjaðan til USA, so hann kann koma fyri rættin har.
Hann hevur greitt pakistansku myndugleikunum frá, at Daniel Pearl er deyður, men pakistanska løgreglan ivast í, um hetta er so, og leitingin eftir tíðindamanninum heldur fram.