Burturflytararnir skutu fangarnar

Ein roynd at bjarga einum breta og einum italiumanni, sum vórðu burturfluttir í Nigeria í fjør, miseydnaðist í dag, tí burturflytararnir skutu báðar menninar undir bjargingini.

Tað vóru nigeriskir stjórnarhermenn, sum royndu at fría teir báðar gíslarnar, men tað vóru bretar, sum skipaðu fyri átakinum. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, segði seinnapartin, at hann hevði góðkent royndina at bjarga Chris McManus og Franco Lamonilara.

-Vit bíða enn eftir at frætta nærri um tað, sum veruliga hendi, men tað er líkt til, at burturflytararnir myrdu teir báðar menninar, áðrenn tað bar til at bjarga teimum, segði Cameron.

Teir báðir menninir vórðu burturfluttir í Nigeria í mai í fjør.