Burturfluttu breta

Vápnaðir menn í Afghanistan burtuffluttu hósdagin ein bretskan verkfrøðing og tulk hansara. Løgreglan royndi at verja teir, og tríggir løgreglumenn lógu eftirá.

Afghanski innanríkisráðharrin, Lafullah Mashal, vil vera við, at tað eru vanligir brotsmenn, sum hava burturflutt bretan, men løgreglan heldur, at tað var Taliban, sum skipaði fyri burturflytingini. Í gjár var framvegis einki krav komið frá burturflytarunum um møguligt loysigjald.

Ein talsmaður hjá NATO-deildunum í Afghanistan segði í gjár, at NATO er sinnað at hjálpa afghansku myndugleikunum at finna bretska verkfrøðingin, sum arbeiddi við at halda vegin ímillum býirnar Kandahar og Herat har vesturi í Afghanistan við líka.