Burturfluttir sjómenn koma til Somalia

Tveir danskir og fýra filipinski sjómenn frá danska skipinum »Leopard« koma í dag til somalisku strendurnar. Danska herskipið Esbern Snare er í hølunum. Eftir fimm døgn sum gíslar hjá somaliskum sjórænarum koma tveir danir og fýra filipinar fram tikl somalisku strondina í dag. Tað sigur kaptajnløjnantur, Jacqui Sherriff frá antisjórænara styrkini hjá NATO við politiken.dk. Samstundis upplýsir TV2, at danska krígsskipið, Esbern Snare, er beint í hølunum á sjórænaraskipinum.

Danska farmaskipið, Leonard, varð mikudagin álopið av sjórænarum í eystara parti av Adenvíkini út fyri Oman, og sjálvt um eitt týrkiskt herskip kom á staðið, var tað ov seint.

Donsku sjómenninir vórðu tiknir gíslar umborð á eitt fiskiskip, sum sjórænararnir framman undan høvdu rænt og brúkt sum móðurskip.

Sjórænararnir valdu at lata danska skipið reka manningarleyst. Sambært keldum í reiðarínum, Shipcraft í Hørsholm, kann frágreiðingin vera, at teir ikki fingu høvuðsmotorin í gongd, skrivar politiken.dk.

Styrkirnar hjá NATO í økinum hava ikki sæð donsku sjómenninar umborð á skipinum, men elta fiskiskipið við nøktandi fjarstøðu.

Eftir øllum at døma er sjórænaraskipið á veg til vanligu akkersplássunum út fyri somalisku strondini. Her liggja skipini so, meðan tingingar um loysigjald far fram.