Burtur við bústaðarspekulatiónini

Bústaðurin er karmurin um tilveruna hjá okkum øllum. Tí má eitt og hvørt vælferðarsamfelag tryggja, at nóg mikið er til av bústøðum, og at fólk hava ráð til at búgva í teimum.

 

Tað hevur tó ikki gingið so væl hjá okkum hesi seinastu árini at skapa teir røttu karmarnar um trygg bústaðarviðurskifti fyri øll. Bústaðartrotið er framvegis sera stórt, bústaðarprísirnir eru vaksnir almikið og alt ov lítið er bygt av alternativum bústøðum. Ella sagt á ein annan hátt: Ov dýrt at keypa ella leiga, og útboðið passar ikki til tørvin

 

Tá ein politikari ikki veit hvat gerast skal, verður ofta valt at gera meira av tí sama, hóast hetta ikki loysir nakran grundleggjandi trupulleika. Tí hoyra vit alt ov ofta útsagnir um, at vit mugu gera fleiri útstykkingar og byggja fleiri íbúðarblokkar. Men hetta loysir onki, tí samgongan hevur avmonterað Bústaðir og latið so gott sum alla íbúðarbygging upp í hendurnar á spekulantum. Samstundis hava bankarnar havt frítt spæl til at trýsta bústaðarprísirnar upp ígjøgnum teirra meklarafyritøkur. Samgongan hevur sostatt ikki loyst nakað sum helst – tey hava í staðin gjørt støðuna enn verri enn hon var frammanundan.

 

Nú hava vit brádliga fingið eina há-inflatión, og rentan er tí á veg uppeftir við sjey míla ferð. Tapararnar eru serliga tey, sum nýliga hava sett sær búgv, og tí eru undir stórum fíggjarligum trýsti orsakað av vaksandi rentuútreiðslunum. Og onnur hava slett ikki ráð til at keypa, men mugu berjast við hækkandi leigukostnað afturat øllum prísvøkstrinum á vanligum dagligvørum.

 

Her má vend koma í og tað skjótt eisini!

 

Fyri tað fyrsta mugu vit steðga bankunum í at spæla hazard við føroysku familjunum. Bankarnar skulu tí ikki longur sleppa at eiga ella reka bústaðarmeklaravirki, og harvið skapa ovurstóran vinning til sín sjálvs. Húsalánsgrunnurin skal endurstovnast sum almennur fíggingarstovnur, og m.a. hava skyldu til at veita fígging kring alt landið. Eisini skal hann kunna veita lán til orkuumlegging og sonevnd ”byrjunarlán” til tey sum seta búgv á fyrsta sinni. Lóggávan er longu har, so tað er bara at koma í gongd.

 

Kommunurnar skulu fáa heimild til at stovnseta sonevnd almentgagnlig bústaðarfeløg, sum eisini fáa til uppgávu at byggja ungdómsbústaðir og eldrabústaðir. Tey ungu, sum ikki eru lesandi, skulu sjálvandi hava teirra bústaðartørv nøktaðan, uttan at skula noyðast at læna seg út á bláman ella gjalda eina okursleigu. Og á sama hátt skal útboðið av eldrabústaðum økjast. Eisini skal ein serlig skipan gerast kring vardar bústaðir til fólk sum ikki eru so illa fyri, at neyðugt er hjá teimum at búgva á bústovni.

 

Síðst men ikki minst eigur eisini at verða gjørligt hjá fíggjarliga hart sperdum fólki at umleggja teirra skuld til skáalán av einhvørjum slag. Hetta krevur tó meira greining, til tess at finna eina haldgóða skipan. Møguliga skal hon gerast í einum samstarvi millum nýggja Húsalánsgrunnin og verandi fíggingarstovnar, eins og tann sonevnda ”sethúsaloysnin” frá seinnu helvt av 1990’unum.

 

Tíðin má og skal verða farin frá, at bankar og spekulantar sleppa at taka dagligu tilveruna hjá fólki sum gísla í teirra stuttskygdu avgerum.

 

X við E

 

Og kanska eisini við meg.