Javnaðarflokkurin er stóri vinnarin av veljarakanningini hjá Gallup Føroyar. Javnaðarflokkurin vinnur heili 6,8 prosent og tvey tingfólk afturat teimum seks, sum flokkurin hevur í løtuni.
- Eg fegnist um hesa framgongdina. Hetta er bara ein einstøk veljarakanning, men hon gevur eina ábending um, at vit høvdu havt eitt gott val, um val var nú, og tað eri eg glaður fyri, sigur Aksel V. Johannesen.
- Fólkið ger greitt, at tey vilja ikki hava víðgongdan borgarligan politikk, har hvør skal sigla sín egna sjógv. Fólk vilja hava eitt samhaldsfast samfelag, og tey peika á Javnaðarflokkin fyri at venda gongdini, sigur hann.
Skilaleysar sparing
Aksel V. Johannesen heldur, at samgongan eisini verður revsað fyri at royna at spara seg burtur úr kreppuni.
- Sparingarnar raka tey veiku í samfelagnum. Tær ganga eitt nú út yvir pensiónistar, arbeiðsleys, mentanarøkið og útbúgving, og tað hevur bara við sær stóra fólkaflyting úr landinum. Vit eiga heldur at hava nakrar visiónir um, hvussu vit skulu framleiða og menna okkum burtur úr kreppuni, sigur Aksel V. Johannesen.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur fingið ákoyringar fyri, at hann hevur ikki verið nóg virkin sum andstøðupolitikari, men hann hann heldur, at bæði hann og flokkurin annars hava ført virknan andstøðupolitikk í løgtinginum.
- Tingmanningin hevur verið sera aktiv í løgtinginum, og vit hava víst á alternativar loysnir til tað, sum samgongan er komið við. Fólk høvdu hug at kritisera manningina, sum Javnaðarflokkurin fekk í løgtingið eftir valið, men hetta fyrsta árið hevur víst, at vit hava eina góða tingmanning, sum hevur arbeitt væl saman, sigur Aksel V. Johanensen.