26 demokratiskir limir í amerikanska Umboðsmannatinginum vilja hava á George W. Bush, forseta at sleppa sær av við verjumálaráðharran, Donald Rumsfeld. Áheitanin stendur í einum uppskoti til samtyktar, sum teir misnøgdu demokratarnir hava lagt fyri Umboðsmannatingið.
Teir 26 demokratarnir siga, at nógvir kongresslimir taka undir við teimum, men at teir vilja ikki siga sína hugsan alment. Demokratarnir halda, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri amerikonsku hermenninar í Irak og amerikanskan uttanríkispolitikk, fer Rumsfeld frá. Víst verður á, at verjumálaráðharrin villleiddi amerikanska fólkið, tá hann undan krígnum í Irak gjørdi sínar metingar av viðurskiftunum í landinum, og at kríggið var illa fyrireikað.
Tað er tó lítið, sum bendir á, at uppskotið hjá teimum 26 demokratisku tinglimunum verður samtykt í Kongressini, tí republikanararnir hava meiriliuta.










