Orka
Hitapumpur av ymsum slag hava spakuliga vunnið frama seinnu árini. Skipanin í hesum er í prinsippinum, at hiti verður tikin úr eitt nú luft, vatni ella jørðini, fyri síðani at verða leiddur í orkukeldu, sum kann nýtast í húsarhaldinum.
Nýtir bara luft
Fram um aðrar pumpur, sum eru á marknaðinum, so megnar pumpan, sum fyrilesturin snúi seg um, at nýta orku úr luftini til at hita vatn. Og á tann hátt gera eitt oljufýr púrasta óneyðugt.
Orkuinnihaldi í vatni er munandi størri enn í luft, og tí hevur hetta verið ein prosess, sum hevur verið ov kostnaðarmikil til, at hetta yvir høvur skal loysa seg. Kostnaðarmikið, tí tað ikki uttan víðari ber til at nýta luft, sum er kanska 8 stig at hita vatn upp í neyðugu 70 hitastigini. Tá er munandi lættari at nýta hita úr jørð ella vatni, sum hevur eitt nógv størri orkuinnihald.
Tøknin á ymsu vørunum er tó støðugt betrað, og nú er svenska Euronom so komið við hitapumpuni, sum við hjálp av luft og ongum øðrum ger oljufýrin púrasta óneyðugan. Skal tað sigast heilt stutt, so kann hetta sammetast við eitt kuldaskáp, sum virkar øvugtan veg. Altso har orka verður leidd úr luft yvir í hitalikam, sum so aftur hitar vatnið í ketlinum.
Tað var stjórin á Euronom,. Åge Hjort, sum var komin til Føroya at halda fyrilesturin. Og hann duldi ikki fyri, at føroyska veðurlagið er framúr væl egnað til slíkar pumpur. Serliga, tí hitasveiggini í føroysku luftini ikki eru so stór, og at tað tí er munandi lættari at toga eina munandi orkuframleiðslu úr luftini.
Spurdur, hvørt salta luftin í Føroyum ikki kundi verða ein trupulleiki, segði Åge Hjort, at tað heldur hann ikki. Teir partur av anlegginum, sum standa úti, eru allir gjørdir úr rustfríum tilfari, og tí er hetta ikki nakar trupulleiki. Nakað sum eitt nú mongu anleggini við norsku strendurnar hava prógvað.
Veldugur áhugi
Skal metast eftir áhuganum fyri fyrilestrinum, so er einki at ivat í, at føroyski marknaðurin nú er til reiðar at taka móti tøknini, sum í drúgt áramál hevur vunnið frama í grannalondum. Stúgvandi fult var av fólki. Einamest áhugaðum handverkarum og fólk, sum ætla sær ella eru í ferð við at seta búgv. Í so máta mundi talan vera um rættiliga áhugaverda áhoyrarafjøld hjá seljarunum, og sum skilst, so kom eisini okkurt á ordrablokkin longu hendan dagin.
Á ferðini til Føroya skal Åge Hjort halda tvinnar fyrilestrar. Tann seinni av hesum verður í Tekniska Skúla í Klaksvík í kvøld, og verður hesin kl. 19.