Burtur við marknaforðingum millum Føroyar, Danmark og Grønland

Edmund Joensen og , Sjúrður Skaale

Edmund Joensen og Sjúrður Skaale
----------------------
Nú byrjar eitt skipað ar­beiði fyri at beina burtur innan­hýsis marknaforðingar (dk: "grænsehindringer") mill­um Føroyar, Danmark og Grøn­land.
Hetta er greitt, eftir at før­oysku fólkatingslimirnir, Edmund Joensen úr Sam­bands­flokkinum, Sjúrður Skaale úr Javnaðar­flokk­in­um, og grønlendski fólka­tingslimurin Sara Olsvig úr IA, hava verið á fundi við Manu Sareen, ráðharra fyri norðurlendskt samstarv.
Á fundinum varð avtalað við ráðharran, at ein røð av marknaforðingum mill­um Føroyar, Danmark og Grøn­land eiga at verða burtur­beindar.
- Talan er ofta um viður­skifti, ið gera tað óhøgligt, tíðar­krevjandi og beinleiðis irriterandi hjá borgarunum og fyritøkum at ferðast og flyta seg millum tey trý londini. Tí vilja vit í felag arbeiða fyri at gera hetta smidligari, lættari og skjótari, siga Edmund Joensen og Sjúrður Skaale.
Føroysku fólkatings­menn­­inir hava handað Manu Sareen eitt felags upplegg, sum lýsir marknaforðingar og vísir á, hvussu tær kunnu rudd­ast av vegnum.
Her eru nakrar av broyt­ingunum, ið arbeitt verður við at fremja:
Frítíðarpeningur: Borg­ar­ar eiga at hava rætt til at taka forvunnan frítíðarpening í einum landi við sær til heim­landið, tá ið teir flyta heim at búgva og arbeiða
Føroyskir lastbilar og bussar í DK og ES: Føroyskir lastbila- og bussførarar eiga at hava møguleika at koyra við akførum sínum í Dan­mark o.ø. ES-londum og lúka kravið um serligt førarakort
Altjóða koyrikort: Før­oyska koyrikortið eigur at geva beinleiðis atgongd til altjóða koyrikort
Flyta pensjónir til Føroya: Tað eigur í einari skiftistíð at gerast gjørligt hjá føroy­ingum at flyta sínar pensjónir úr Danmark til Føroya uttan at rinda avgjald til danska statin
Varðveita stuðul til ný­út­búgvin: Tað eigur at ger­­ast møguligt hjá nýút­bú­n­­um føroyingum og grøn­lend­ingum í Danmark at koma til Føroya og Grønlands at leita eftir arbeiði, uttan at missa stuðulin til nýútbúgvin í Danmark, tann sonevnda dimittend-satsin
Smidligari fyri pensjón­istar: Tað eigur at gerast smid­ligari hjá føroyskum fyri­­tíðarpensjónistum at flyta til Danmarkar, tvs. utt­an at skula ígjøgnum um­fat­andi pappírsarbeiði og eina røð av kanningum, ið framm­anundan eru gjørdar í Føroyum
CPR-nummar og NemID: Tað eigur at gerast møguligt at fáa atgongd til donsku CPR-nummar skipanina og harvið NemID-skipanina, áðrenn føroyingar fara av landinum í arbeiðs-, sjúkra- ella lestrarørindum
Arbeiðs­marknaðar­út­búgving: Tað eigur aftur at gerast møguligt hjá føroy­ingum at luttaka í arbeiðs­marknaðarútbúgving í Dan­mark
Keypa og eiga akfør: Tað eigur at gerast møguligt hjá borgarum at keypa og eiga akfør í londunum hjá hvørj­um øðrum
– Føroyingar í hópatal venda sær millum ár og dag til okkum fólkatingslimir, før­oyskar og danskar stovn­­ar og myndugleikar, tí markna­forðingar elva til trupulleikar. Okkara vón er, at arbeiðið, sum nú er sett í verk, kann bera í sær, at hesi fólk sleppa und­an trupulleikunum, siga føroysku fólkatings­menn­inir.
Teir báðir vilja eisini, at frameftir skal ein føst mannagongd verða fyri at kanna avleiðingarnar fyri ríkisfelagsskapin, áðrenn nýggjar lógir og reglur verða samtyktar og settar í verk.
Bæði Sjúrður Skaale og Edmund Joensen leggja dent á, at arbeiðið við at burturbeina markna­forð­ingar er tvørpolitiskt, og tí er rætt at samstarva og finna loysnir í felag.