Burtur við irakum

Amerikansku myndugleikarnir hava so ilt eyga á irakum, at teir hava nú biðið 60 lond koyra einar 300 irakar av landinum. Teir 300 irakararnir eru nevndir við navni.
Amerikanararnir siga, at teir 300 irakararnir hava verið uppi í ymsum tiltøkum, sum hava verið til skaða fyri USA. Sjálvir hava amerikanararnir koyrt fleiri irakar av landinum. Týsdagin fingu tveir trygdarmenn hjá iraksku ST-sendinevndini boð um at fara úr USA, og fyri nøkrum vikum síðani varð ein irakskur tíðindamaður eisini koyrdur úr USA. Amerikansku myndugleikarnir løgdu hann undir at hava njósnast fyri Irak.
Washington Post skrivaði í gjár, at undan Flógvakrígnum í 1991 ávaraðu amerikansku myndugleikarnir eisini fleiri lond og bóðu tey halda eygað við teimum iraksku ríkisvborgarunum.