Burtur við fiskidagabankanum

Umboð fyri fiskivinnuna vildu heldur ikki hava fiskidagabanka

Í uppskotinum um fiskidagarnar fyri komandi fiskiár, er eitt uppskot um, at nakrir dagar kunnu fara í ein banka, sum so kunnu latast útaftur til aðrar.

Andstøðan er hart ímóti hesum. Hon heldur ikki, at hetta fer at gagna nøkrum og summir andstøðulimir halda fast við, at hetta fer at økja trýstið á stovnarnar.

-Tað er ein persónur í øllum heiminum, sum vil hava hendan bankan og tað er landssstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, segði Jørgen Niclassen, formaður í Fólkaflokkinum, í einari viðmerking.

Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin, helt ikki, at tað er rætt at skerja fiskidagarnar so nógv, sum  skotið er upp.

-Niðurskurðurin uppá 30 prosent er alt ov ógvusligur, segði Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin.