Annarhvør niðurlendigur heldur, at landið eigur at fara burtur úr evrusamstarvinum, og 70 prosent halda, at Niðurlond eiga ikki at spara, samstundis sum landið lænir kreppuraktum evrulondum pengar. Tað vísir ein nýggj meiningakanning.
Í kanningini siga 54 prosent, at Niðurlond eiga als ikki at hjálpa neyðstøddum evrulondum, og tað tað snýr seg um Italia, siga 60 prosent nei til at hjálpa. Samstundis siga 75 prosent, at teimum er greitt, at trupulleikar í øðrum evrulondum skaða búskapin í Niðurlondum.
60 prosent av teimum spurdu siga, at tað var eitt mistak, tá niðurlendingar á sinni atkvøddu fyri evruni sum gjaldoyra.