HM Bólkur E
Við Buffon í málinum, Cannavaro og Nesta í miðverjuni og altíð hart stríðandi Gattuso á miðvøllinum, sleppur eingin lætt framvið italiensku verjuni. Júst verjuspælið hevur søguliga verið tiltikið fyri Italia, og tað so væl kenda Catanaccio heingilásið hjá Inter var fyri nógv ein andsøgn til fótbóltin.
Í dag verður sterka verjan tó ikki bara nýtt sum einasta vápnið undir italienska landsliðnum. Heldur verður sterki defensivurin nýttur sum útgangsstøðið, sum skal tryggja at liðið eisini flytur bóltin frameftir á vøllin. Ein tryggur grundvøllur, sum eisini ger tað gjørligt hjá venjaranum at hugsa meira frameftir.
Venjarin nú er Marcello Lippi, og honum dámar eisini sera væl at spæla fótbólt niðan eftir vøllinum. Við monnum sum Pirlo, Zambortta, del Pier, Totti, Toni og øðrum tykist hann eisini hava fólkið til tess, og tí skal eingin verða tikin av bóli, um Italia kemur heilt langt í HM-kappingini. Eisini hóast bæði Kekkia og USA eru framman fyri stilvalandið á styrkislistanum hjá FIFA.
Nýggjur toppskjútti
Av øllum framrættaðu nøvnunum, er Luca Toni kanska tann, sum tykist mest spennandi. Hóast hann sum 29 ára gamal bert hevur spælt 18 landsdystir, nú HM-endaspælið byrjar, so er eingin í Italia í iva um, at hetta er ein maður, sum dugur at gera mál.
Tað er ikki í teimum stóru feløgnum, at hann hevur gjørt so nógv um seg, men hann gjørdi hópin av málum, tá Palermo stríddi seg móti Seriu A, og somuleiðis sýndist hann sum ein vandamikil harri hjá Brescia, sum seinni fekk gleðina av honum.
Men tað er ikki fyrr enn nú í Fiorentina at Toni veruliga er eksploderaður. Soleiðis hevur hann í ár skrivað seg í søgubøkurnar við ikki færri enn 31 seriu A málum. Eitt tal, sum vit skulu leita langt aftur í søgubøkurnar fyri at finna. Og tað talið gerst ikki minni merkisvert, tá hugsað verður um stjørnuparaduna av stórum áleyparum, sum gjøgnum árini hava gjørt um seg í Italia.
Við sínum 194 sentimetrum og 89 kiloum er Toni ikki ein maður, sum verður fluttur uttan víðari, og saman við meira tekniskt gávaðum monnum hevur hann verið fastur partur av álopsspælinum, síðani Lippi tók við sum venjari.
Umframt at vera nýttur sum upplagdur target-spælari, so hevur Toni tó eisini eina óhugnaliga nøs fyri, hvar og nær møguleikarnir koma. Og er møguleikin har, so drálar hann sjáldan, tá smekkast skal til. Og eftir øll málini í Seriu A í ár, so tykjast flestu tifosi í Italia nú at rokna við, at Toni er maðurin, ið skal lyfta arvin eftir Paulo Rossi. Manninum, sum í 1982 gjørdist HM-toppskjútti við seks málum, tá Italia seinast vann HM-heitið.
Gølan
Júst 1982 er helst eisini nakað, sum fleiri av italensku viðhaldsafólkunum gjarna hugsa um í hesum døgum.
Við aktuellu dómaragøluni í mentu, eru annars fleiri, sum halda, at italsku fyrireikingarnar neyvan kunnu vera serliga optimalar. Men søgan staðfestir í øllum førum, at hetta nú ikki nýtist at nerva tað heilt stóra.
Í øllum førum var talan framvegis um feska gølu, tá Italia fyri nú 24 árum síðani fór undir sínar fyrireikingar til HM-endaspælið í Spania. Ta ferðina ljóðaðu ákærurnar um avtalað spæl og veddingarpengar, og eitt nú noyddist Milan eina ferð niður í Seriu B, meðan Paulo Rossi sjálvur júst hevði havt drúgt spælibann, tá farið varð til HM. Tí vóru eisini fleiri, sum hildu Enzo Bearzot vera óðan í høvdinum, tá hann tók mannin við til HM, men tann avgerðin mundi tó vera venjaranum fyrigivin á vegnum. Ikki minst eftir minniliga hat-trickið, sum Rossi skeyt í 3-2 sigrinum á Brasil í seinna bólkaspælinum.
So gøla ella ikki. Italia verður avgjørt ikki nakar lættisoppur hjá nøkrum av hinum londunum í HM-kappingini. Og tað er heldur ikki óhugsandi, at tað verða teir azur-bláu, sum standa allar-ovastir, tá steypið skal lyftast tann 9. Juli.










