Burtur við biddarum

Í august verður Beijing vertur fyri teimum olympisku summarleikunum, og nú hava myndugleikarnir í býnum gjørt av at fáa allar biddarar og óskrásettar smásølur úr gøtunum, áðrenn leikirnir byrja. Í Beijing er eitt ótal av smásølum, sum royna at selja fólki ymsar smálutir, men hesi skulu ikki órógva gestirnar undir leikunum. Tað skulu biddararnir heldur ikki, sigur býráðið í Beijing.