Tað er eitt slítandi starv at vera landsliðsvenjari. Srecko Katanec var ógvuliga vónbrotin, tá hann seint seinnapartin sunnudagin hitti slovensku og føroysku pressuna. Sum ein annar reiðari hevði hann síðstu løtuna sæð sína skútu kollsigla, og hann mundi vita, at heima í Slovenia fóru avbukingarnar í pressuni at vera nógvar:
? Fleiri av spælarunum hjá okkum eru skaddir, so teir kann eg ikki brúka. Um eg skuldi sett liðið av nýggjum, so hevði eg valt akkurát teir somu spælararnar, sum byrjaðu í dag. Avrikið í 1. hálvleiki vísti eisini, at vit høvdu fullkomuliga tak á tí. Vit fingu eitt mál, og eg haldi, at vit áttu at havt skorað eitt ella tvey mál afturat. Høvdu vit havt gjørt tað, so hevði alt verið avgjørt. Tíverri gekk tað ikki soleiðis.
Hvat gav tú tínum monnum boð um í steðginum?
? Eg segði við teir, at teir skuldu halda fram, soleiðis sum teir høvdu spælt. Men nú má eg staðfesta, at tað gjørdu teir yvirhøvur ikki. Eg segði ikki við mínar menn, at teir skuldu leggja seg aftur á vøllin og geva iniativið til føroyingarnar, men tað var akkurát tað, sum okkara spælarar gjørdu. Eg skal rósa føroyingunum fyri teirra ídni og nærlagni, men mínar gjørdu tað lætt fyri teir í 2. hálvleiki. Tað var eingin ætlan og idé í tí, okkara menn fyritóku sær. Teir sparkaðu í staðin fyri at spæla, og úrslitið var, at vit síðstu tveir minuttirnar mistu tvey stig. Tað var ússaligt.
Hvusu verður nú við framtíðini?
? Tað nyttar einki hjá mær at vera pessimistiskur ella optimistiskur. Eg má vera realistiskur. Tað eru níggju dystir og 27 stig at spæla um. Vit hava framvegis møguleikan at avgera alt sjálvir, og tað ætla vit okkum. Undan dystinum í dag hevði eg aftur og aftur undirstrikað fyri mínum spælarum, at tað fór at verða trupult. Tað gjørdist akkurát so trupult, sum eg hevði roknað við. Eg rokni við, at øll hini liðini fara at hava tað trupult, tá tey koma til Føroya. Tað er einasti uggi hjá okkum, eftir at vit hava søplað tvey stig burtur her í dag, segði slovenski venjarin, Srecko Katanec, áðrenn hann ynskti Allani Simonsen góða eydnu í komandi dystunum.
At hann gjørdi tað, er væl skiljandi. Tað kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri møguleikarnar hjá Slovenia, at Føroyar taka stig frá hinum tjóðunum.
jh