Burtur frá Stórtinginum

Ein 33 ára gamal, sum hevur gjørt seg inn á stórtingslimirnar Knut Storberget úr Arbeiðaraflokkinum og Per Sandberg úr Framburðsflokkinum, hevur fingið dóm fyri, at hann skal halda seg burtur frá tinghúsinum í Oslo, skrivar NTB. Rætturin avgjørdi eisini, at maðurin skal ikki seta seg í samband við teir báðar tinglimirnar, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis.

Tann dømdi maðurin er upprunaliga úr Iran, men hevur verið í Noregi í mong ár. Men hann hevur havt ilt við at halda noprska lóg, tí síðani 1999 er hann meldaður fyri ikki færri enn 18 lógarbrot.