Átta ára gamla gentan, Wati, misti familju sína burtur, tá herviliga fjóðaldan rakti bygdina, Ujong Baroh í Indonesia í 2004. Mamman royndi at fáa smágentuna og børn síni annars á trygt stað, men Wati misti takið, hon hevði um armin á mammu síni og forsvann í alduni.
Familjan hevur ikki hoyrt eitt lívstekin til gentuna síðan flóðalduna, og øll árini síðan hevur verið roknað við, at gentan læt lív.
Men í gjár hendi nakað. Tá møtti tann nú 15 ára gamla gentan upp á eini kafé í býnum, Meulaboh i Aceh-landslutinum, har hon leitaði eftir foreldrum sínum.
Gentan mintist ikki navnið á foreldrunum, men hon mintist navnið á abba sínum, Ibrahim.
Tað skrivar indonesiska tíðindastovan, Antara.
Ein hýruvognsførari tók gentuna uppí og koyrdi hana heim til abban, sum skjótt var sannførdur um, at gentan var hansara abbabarn. Tá foreldrini sóu gentuna aftur, vóru tey heldur ikki í iva um, at hetta var Wati.
- Eingin kann ímynda sær, hvussu takksom eg eri fyri at hava fingið dóttir mína aftur, sigur mamman.
Wati var heldur ikki í iva.
- Tá eg sá mammu mína aftur, var eg als ikki í iva, sigur ein ovurfegin, Wati.