Burnley í Premier League

Við einum 2-0 sigri á Wigan í dag tryggjaði Burnley sær uppflyting til Premier League.

Við einum 2-0 sigri á Wigan í dag tryggjaði Burnley sær uppflyting til Premier League.

 

Ashley Barnes sendi innleggið frá Dean Marney í málið eftir 22 minuttum og gav heimaliðnum leiðsluna.

 

Wigan áleyparin, Marc Antoine Fortune, skallaði á yvirliggjaran, áðrenn Michael Kightly við einum frísparki stutt fyri hálvleik tvífaldaði leiðsluna.

 

Burnley vann uppflyting í 2009, men tað var umvegis ein play-off sigur, og seinast teir vunnu automatiska uppflyting var í 1973.

 

Leicester City er hin automatiski uppflytarin og liggur eisini á odda í Championship við 93 stigum, meðan Burnley hevur 89. Leicester City hevur tó leikt 43 dystir, meðan Burnley hevur leikt 44.