VÍF er undan dystunum í morgin oddalið í Burn mansdeildini við 10 stigum. Tað er greitt aftaná ein rættiliga tryggan 25-20 sigur á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn. Kyndil var á odda 5-2, men so stongdi Mladen Mjerimacka málið, og VÍF skoraði níggju mál uttan, at Kyndil svaraði aftur. VÍF var á odda 11-5 í steðginum, og tað eydnaðist at halda eina greiða frástøðu til Kyndil allan seinna hálvleik.
Filip Jojic gjørdi aftur eitt rimmar hál hjá VÍF í kvøld við at skjóta heili 11 mál.
Kyndil-VÍF 20-25 (5-11)
Málskjúttar Kyndil: Tróndur Wardum 6, Jákup Jørgensen 5, Anders Risdal 2, Tummas Sørensen 2, Kristoffur Bjørgvin 2, Mads Lindkvist 2, Borgar Sveinsson 1.
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 11, Hanus Christophersen 3, Magnus Müller 3, Eyði Bjargarson 2, Rúni Fossdal 2, Jóhan i Garðastovu 1, Martin Nielsen 1, Teitur R. Nielsen 1, Heini á Heygum 1.
Í morgin klokkan 16 spæla Team Klaksvík og KÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík. Neistin og StÍF spæla í høllini á Hálsi í Havn. FM1 sigur frá dystinum á Hálsi. FM1 sigur somuleiðis frá kvinnudystinum Neistin-StÍF, ið byrjar klokkan 14.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 9 | 255 | 236 | 19 | 10 |
KÍF | 6 | 168 | 153 | 15 | 10 |
H71 | 6 | 185 | 145 | 40 | 8 |
TEAM KLAKSVÍK | 7 | 203 | 203 | 0 | 7 |
NEISTIN | 7 | 205 | 202 | 3 | 6 |
KYNDIL | 9 | 216 | 261 | -45 | 6 |
STÍF | 8 | 217 | 249 | -32 | 5 |