Tað er ofta at talan er um málríkar dystir millum VÍF og Team Klaksvík í Burn-mansdeildini, og í kvøld var einki undantak í Vestmanna.
70 mál vóru skotin tá VÍF vann ein trivaliga 39-31 sigur á Team Klaksvík. Í steðginum var VÍF á odda 20-17.
Tá 41 minuttir vóru leiktir var VÍF á odda 30-21, og eydnaðist tað vestmenningum at halda munin restina av dystinum.
Hallur Arason var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Suni Erlingsson Dalsgaard, Sakaris Ludvík Súnason og Sámal á Tjaldrafløtti skutu sjey mál hvør fyri Team Klaksvík.
Í morgin klokkan 16 spæla H71 og Neistin í Hoyvíkshøll. Somu klokkutíð møtast KÍF og Kyndil í høllini í Kollafirði.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 4 | 139 | 109 | 30 | 8 |
H71 | 4 | 130 | 106 | 24 | 6 |
KYNDIL | 4 | 118 | 104 | 14 | 5 |
NEISTIN | 5 | 135 | 154 | -19 | 4 |
KÍF | 4 | 109 | 108 | 1 | 4 |
TEAM KLAKSVÍK | 4 | 104 | 125 | -21 | 2 |
STÍF | 5 | 137 | 166 | -29 | 1 |