Burn: VÍF vann á StÍF í høllini á Skála

VÍF er nú fremst við 16 stigum, trimum stigum fleiri enn H71 á øðrum plássinum

Ein dystur var leiktur í Burn mansdeildini í kvøld. 

 

Í høllini á Skála tók StÍF móti oddaliðnum, VÍF.

 

VÍF vann í einum málríkum dysti ein 34-30 sigur. Í steðginum var VÍF bert á odda við einum máli 15-14.

 

Djóni J. Petersen var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum. Jóhannes Bjørgvin og Hallur Arason vóru toppskjúttir hjá VÍF við sjey málum hvør.

 

Í annaðkvøld klokkan 19 tekur Team Klaksvík móti H71 í Badmintonhøllini í Klaksvík, og leygardagin klokkan 16 tekur Neistin móti StÍF í høllini á Hálsi í Havn. Eftir tað verður farið í ein vetrarsteðg. Kappingin byrjar aftur 23. januar. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF93042465816
 H7192702284213
 KYNDIL92552223312
 NEISTIN10256281-259
 KÍF10256279-238
 TEAM KLAKSVÍK9239282-435
 STÍF10273315-423