Burn: VÍF smurdi KÍF av í Vestmanna

VÍF vann stórsigur á KÍF, og Team Klaksvík vann á StÍF

Savnsmynd

Í kvøld vóru tveir dystir leiktir í Burn mansdeildini.

 

Í Vestmanna vann VÍF stórsigur 39-24 á KÍF. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í stegðinum var VÍF bert á odda við einum máli, 15-14. 

 

Tá tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki hevði VÍF økt til 19-14, og so var mótbrekkan brøtt hjá KÍF. 

 

Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Eyðbjørn H. Danielsen og Rasmus Søby vóru toppskjúttar hjá KÍF við seks málum hvør. 

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Í høllini á Skála vann Team Klaksvík 33-31 á StÍF. Í steðginum var Team Klaksvík á odda 12-11.

 

Tá 41 minuttir vóru leiktir sá tað út til, at Team Klaksvík við støðuna 23-17 fór at draga frá StÍF, men strandingar minkaði til bæði 24-25 og til 25-26, men teir megnaðu ikki at taka leiðsluna í dystinum.

 

Martin Toftanes Danielsen var toppskjútti hjá StÍF við 11 málum. Brian Slyne var toppskjútti hjá Team Klaksvík við heili 14 málum. 

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med3##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF62171645312
 H716178157217
 NEISTIN6162178-166
 KÍF6160169-96
 KYNDIL616415596
 TEAM KLAKSVÍK6168195-274
 STÍF6168199-311

 

 

 

Savnsmynd