Burn: VÍF, KÍF og H71 vunnu

Vestmenningar eru nú trý stig røttumegin fimta plássið

Í Burn mansdeildini er enn stórur spenningur um triðja og serliga fjórða FM-hálvfinaluplássið.

 

Hinvegin er púra greitt, at H71 verður eitt av teimum fýra FM-hálvfinaluliðnum, og KÍF hevur sera góð kort á hondini eisini.

 

H71 vann ein greiðan 35-28 sigur á StÍF inni á Skála. H71 var á odda 18-14 í steðginum. Tað er tó bara málmunurin sum skilir strandingar frá Team Klaksvík á fjórða plássinum.

 

Klaksvíkingar vóru fyri greiðum 24-32 tapi í Vestmanna. VÍF var á odda 15-12 í steðginum.

 

KÍF kom aftur á sigurskósina tá teir seinnapartin vunnu 29-24 á Neistanum aftaná eitt sannførandi avrik. Kollfirðingar vóru á odda 16-12 í steðginum, og eitt skiftið í seinna hálvleiki vóru teir á odda 28-18, men so slakaðu teir nakað móti dystarenda.

 

H71 er á odda við 20 stigum. KÍF er nummar tvey við 16 stigum og VÍF er nummar trý við 12 stigum. Team Klaksvík og StÍF hava níggju stig, og har er tað málmunurin sum heldur klaksvíkingar á fjórða plássinum. Neistin hevur átta stig og Kyndil hevur seks stig. 

 

Neistin-KÍF 24-29 (12-16) - Eingin dómaraseðil er tøkur.

 

StÍF-H71 28-35 (14-18)

 

Málskjúttar StÍF: Bjarni í Selvindi 14, Ivan Mrdalo 5, Bjartur Már Guðmundsson 2, David Danielsen 2, Pætur Barclay 1, Pætur Johansen 1, Eli Gærdum 1, Steinar Prestá 1, Sveinur Justinussen 1. 

 

Málskjúttar H71: Pætur Thomsen 9, Óli Mittún 8, Pauli Mittún 6, Janus Dam Djurhuus 4, Peter Krogh 4, Poul Símun í Garði 2, Sakir T. Frýdal 1, Bogi Hansen 1. 

 

VÍF-Team Klaksvík 32-24 (15-12)

 

Málskjúttar VÍF: Hallur Árason 7, Hanus Christophersen 6, Filip Jojic 5, Rúni Fossdal 4, Magnus Müller 4, Andrias Eriksen 2, Jóhan í Garðastovu 2, Eyði Bjargarson 1, Martin Nielsen 1. 

 

Málskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 7, Beinir Johannesen 6, Vilhelm Vilhelmsen 5, Sámal á Tjaldrafløtti 2, Jens Pauli Mohr 2, Ludvík Súnason 1, Tummas Simonsen 1.