VÍF vann ein sera týdningarmiklan 32-24 sigur á Neistanum í Vestmanna í dag. Í steðginum var VÍF á odda 17-10.
Úrslitið merkir, at VÍF við 16 stigum á triðja plássi í Burn Mansdeildini er fimm stig frammanfyri nummar fimm, StÍF sum hevur 11 stig. VÍF og StÍF hava bæði tríggjar dystir eftir at leika, so StÍF kann í mesta lagi fáa 17 stig, so tað skal ganga nógv galið hjá VÍF um teir ikki megna at vinna seg millum fýra tey fremstu liðini.
Í Kollafirði vann H71 30-28 á KÍF, ið var á odda leingi í dystinum. KÍF var á odda 16-13 í steðginum, og tá 14 minuttir vóru eftir at leika var KÍF á odda 24-22. Tá tríggir minuttir vóru eftir var støðan javnleikur 28-28, og seinastu løtuna eydnaðist tað H71 at tryggja sær sigurin.
H71 er greitt oddalið við 28 stigum. KÍF er nummar tvey við 22 stigum. VÍF er nummar trý við 16 stigum, og Team Klaksvík er nummar fýra við 13 stigum. StÍF hevur 11 stig á fimta plássi. Neistin og Kyndil hava átta stig. Neistin hevur fýra dystir eftir at leika, meðan Kyndil hevur bert tveir dystir eftir at leika. Kyndilsmenn hava tí ongan møguleika at røkka fjórða plássinum.
Ein lykladystur í stríðnum um fjórða plássið verður leiktur í Badmintonhøllini í Klaksvík komandi hóskvøld klokkan 20, tá Team Klaksvík tekur móti Neistanum.
KÍF-H71 28-30 (16-13)
VÍF-Neistin 32-24 (17-10) - Tíverri var talgildi dómaraseðilin úr Vestmanna ikki tøkur, so vit taka hann "old style":
##med2##
##med3##