Burn: Team Klaksvík tók stórt stig móti FM-endaspælinum

Klaksvíkingar vunnu sera týðandi dystin á Neistanum og standa við sera góðum møguleika at røkka FM-endaspælinum

Vuk Stevanovic skoraði 12 mál fyri Team Klaksvík í kvøld (Savnsmynd)

Vuk Stevanovic skoraði 12 mál fyri Team Klaksvík í kvøld (Savnsmynd)

Tað byrjar at lukta av søguligum avriki í Badmintonhøllini í Klaksvík aftaná sera týðandi 30-29 (14-15) sigurin hjá Team Klaksvík á Neistanum í kvøld.

 

Team Klaksvík hevur 15 stig á fjórða plássi og tveir dystir eftir at leika. StÍF hevur 11 stig og tríggjar dystir eftir at spæla. Sunnudagin spælir Team Klaksvík móti KÍF í Kollafirði, og StÍF spælir móti Neistanum á Skála. Komandi mikukvøld vitjar StÍF H71 í Hoyvíkshøllini. Komandi hóskvøld spælir Team Klaksvík seinasta dystin í grundspælinum, tá teir taka móti VÍF á heimavølli. Sunnudagin 13. mars endar StÍF við heimadysti móti KÍF. 

 

Team Klaksvík byrjaði dystin betri í kvøld, og tá 22 minuttir vóru farnir var Team Klaksvík á odda 13-10, men Neistin svaraði aftur seinastu løtuna av seinna hálvleiki, og í steðginum var Neistin á odda 15-14.  Tá 40 minuttir vóru farnir var Team Klaksvík á odda 22-19, men Neistin vildi ikki sleppa, og tá 46 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 23-23.  Tá Team Klaksvík skoraði til 30-27 við bert 39 sekundum eftir av dystinum hildu øll, at tað var løst og liðugt, men Neistin náddi at skora tvey mál, og so var støðan 30-29, men tíðin fór, og so kundu klaksvíkingar stórfegnast.

 

Team Klaksvík-Neistin 30-29 (14-15) - Stigatalvan sæst undir dómaraseðlinum hjá HSF: 

 

(HSF boðar frá, at Felix Már Kjartansson eigur tey sjey málini sum ikki eru skrásett hjá Neistanum)

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H711651038712328
 KÍF154183803822
 VÍF154273953216
 TEAM KLAKSVÍK16438463-2515
 STÍF15411470-5911
 NEISTIN15421449-288
 KYNDIL16379460-818

 

 

 

 

 

Vuk Stevanovic skoraði 12 mál fyri Team Klaksvík í kvøld (Savnsmynd)

Vuk Stevanovic skoraði 12 mál fyri Team Klaksvík í kvøld (Savnsmynd)