Í Klaksvík og Vestmanna er hondbóltsfrøin stór í dag, serliga í Klaksvík har tey kunnu stórfegnast um, at Team Klaksvík fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur vunnið seg í eitt FM-endaspæl.
Team Klaksvík vann ein rimmar 32-30 sigur á KÍF í Kollafirði. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Tá 40 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 22-22. Tá eydnaðist Team Klaksvík at at koma trý mál framum 25-22. KÍF kom uppá 25-26, men so dróg Team Klaksvík frá aftur og økti til 28-25, og eftir tað bleiv leiðslan ongantíð minni einn tvey mál.
Tá StÍF samstundis snávaði í høllini á Skála við at tapa 32-33 fyri Neistanum var staðfest við 100 prosents vissu, at Team Klaksvík endar millum fýra tey ovastu liðini í Burn Mansdeildini. Tað var javnleikur 17-17 í steðginum á Skála. StÍF var annars á odda 13-7 tá 17 minuttir vóru farnir. Liðini fylgdust allan seinna hálvleik. Seinasta orðið fekk Rani A. Højgaard, ið skoraði sigursmálið til 33-32 til Neistan tá 18 sekund vóru eftir av dystinum.
VÍF hevur 18 stig og Team Klaksvík hevur 17 stig. StÍF sum hevur 11 stig kann í mesta lagi fáa 15 stig, so alt er løst og liðugt í kapprenningini um FM-endaspælsplássini.
VÍF vann stórsigur 29-18 á Kyndli í Vestmanna. Vestmenningar vóru á odda 15-9 í steðginum.
Undir dómaraseðlunum hjá HSF sæst stigatalvan. Tíverri er dómaraseðilin úr Vestmanna ikki tøkur:
##med2##
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 16 | 510 | 387 | 123 | 28 |
KÍF | 16 | 448 | 412 | 36 | 22 |
VÍF | 16 | 456 | 413 | 43 | 18 |
TEAM KLAKSVÍK | 17 | 470 | 493 | -23 | 17 |
STÍF | 16 | 443 | 503 | -60 | 11 |
NEISTIN | 16 | 454 | 481 | -27 | 10 |
KYNDIL | 17 | 397 | 489 | -92 | 8 |