Tað vóru útiliðini í FM-fjórðingsfinalunum í Burn Mansdeildini sum vunnu seg víðari til FM-hálvfinalurnar. Skírisdag vann Neistin 31-30 (17-14) á StÍF í høllini á Skála, og páskaaftan vann Team Klaksvík 22-21 (12-10) á KÍF í høllini í Kollafirði.
HSF hevur nú boðað frá hvussu FM-hálvfinalurnar vera leiktar.
Hálvfinalur 1:
Mikudagin 12. apríl kl. 19.30 Neistin – H71
Hósdagin 13. apríl kl. 18.30 Team Klaksvík – VÍF
Hálvfinalur 2:
Sunnudagin 16. apríl kl. 17.00 H71 – Neistin
Sunnudagin 16. apríl kl. 19.00 VÍF – Team Klaksvík
Hálvfinalur 3:
Um liðini vinna hvør sína hálvfinalu av hálvfinalu 1 og 2, so verður triðja hálvfinalan leikt hósdagin 20. apríl.