Burn: Team Klaksvík er bronsuvinnari annað árið á rað

Team Klaksvík var aftanfyri við trimum málum í steðginum í bronsudystinum móti Neistanum í høllini á Hálsi í Havn, men vunnu bronsudystin við trimum málum

Mynd: HSF

Framgongdin er eyðsýnd fyri manshondbóltin í Klaksvík. 

 

Team Klaksvík hevur annað árið á rað vunnu bronsuheiðursmerki í Burn Mansdeildini. 

 

Seinnapartin var bronsudysturin leiktur í høllini á Hálsi millum Neistan og Team Klaksvík.

 

Neistin var omaná í fyrra hálvleiki, og var eisini á odda 16-13 í steðginum.

 

Í seinna hálvleiki var Team Klaksvík omaná, og vunnu klaksvíkingar seinna hálvleik 20-14, og harvið bronsudystin 33-30.

 

In.fo ynskir Team Klaksvík tillukku við bronsuheiðursmerkjunum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá bronsudystinum Neistin-Team Klaksvík 30-33 (16-13) 

 

##med2##

 

 

 

Mynd: HSF