Burn: Tað endaði javnt millum Neistan og H71

Brian Slyne hjá H71 javnaði til 24-24 seks sekund undan dystarloki

Ein dystur var leiktur í Burn mansdeildini í kvøld.

 

Í høllini á Hálsi í Havn var grannauppgerð millum Neistan og H71. Dysturin endaði við javnleiki 24-24. Brian Slyne hjá H71 javnaði til 24-24 seks sekund undan dystarloki. 

 

Í steðginum var H71 á odda 12-9, og tá 37 minuttir vóru leiktir av dystinum var H71 á odda 16-10. Neistin kom upp á javnleik í 52. minutti, og seinastu løtuna leikaði javnt á.

 

Kasper Foss Eilertsen og Lýðar í Dímun vóru toppskjúttar hjá Neistanum við seks málum hvør. Brian Slyne og Høgni Heinason vóru toppskjúttar hjá H71, somuleiðis við seks málum hvør.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum Neistan og H71:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
StÍF6178164148
VÍF5157129288
Kyndil513712898
Neistin6147149-26
H716169173-45
KÍF6151154-35
Team Klaksvík6150192-420