Hetta gjørdist kvøldið hjá norðstreymoyingunum í Burn mansdeildini, har bæði KÍF og VÍF vunnu stórsigrar á útivølli.
Í høllini á Hálsi í Havn vann KÍF 31-22 á Kyndli. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 16-12.
William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við átta málum. Boban Kakovski var toppskjútti hjá KÍF við seks málum.
Í Badmintonhøllini í Klaksvík vann VÍF 33-22 á Team Klaksvík.
Í fyrra hálvleiki leikaði tó javnt á, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15, men tað steðgaði upp hjá heimaliðnum í seinna hálvleiki.
Nikolay Bliznov var toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum. Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við 10 málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum Kyndil og KÍF:
##med2##
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum millum Team Klaksvík og VÍF:
##med3##
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| H71 | 11 | 342 | 282 | 60 | 16 |
| VÍF | 10 | 332 | 275 | 57 | 16 |
| KYNDIL | 11 | 306 | 281 | 25 | 14 |
| NEISTIN | 12 | 316 | 335 | -19 | 12 |
| KÍF | 11 | 287 | 301 | -14 | 10 |
| TEAM KLAKSVÍK | 10 | 263 | 324 | -61 | 5 |
| STÍF | 11 | 297 | 345 | -48 | 3 |













