Burn: StÍF vann á Kyndli í 1. FM hálvfinaluni

1. hálvfinalan var leikt í høllini á Skála

Strandingar eru á odda 1-0 í FM-hálvfinaluuppgerðini móti Kyndli.

 

StÍF vann í kvøld 29-25 á Kyndli í høllini á Skála. Tað lá serliga væl fyri hjá heimaliðnum í fyrra hálvleiki. Í steðginum var StÍF á odda 15-9.

 

Pauli Rasmussen var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum. Tobias Thisen var við seks málum toppskjútti hjá Kyndli.

 

2. hálvfinalan verður leikt í høllini á komandi sunnukvøld klokkan 19. Ein møgulig 3. hálvfinala verður leikt í høllini á Hálsi komandi mikukvøld klokkan 18.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum á Skála:

 

##med2##