Tveir dystir vóru leiktir í Burn mansdeildini sunnudagin.
Í høllini í Kollafirði vann KÍF 27-22 á Kyndli. Í steðginum var KÍF á odda 13-10.
Fríði Weyhe og Rasmus Søby vóru toppskjúttir hjá KÍF við seks málum hvør. Tobias Thisen var toppskjútti hjá Kyndli við seks málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Í Hoyvíkshøllini vann Neistin 27-24 á H71. Í steðginum var Neistin á odda 14-12.
Tá níggju minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 22-22. Tað eydnaðist Neistanum at fáa eina 25-22 leiðslu, og eftir tað kom H71 ongantíð nærri enn eina tvey máls leiðslu til Neistan.
Sveinur Olafsson var toppskjútti hjá H71 við seks málum. Erik Karlsson var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 5 | 178 | 140 | 38 | 10 |
H71 | 4 | 130 | 106 | 24 | 6 |
KYNDIL | 4 | 118 | 104 | 14 | 5 |
NEISTIN | 5 | 135 | 154 | -19 | 4 |
KÍF | 4 | 109 | 108 | 1 | 4 |
TEAM KLAKSVÍK | 5 | 135 | 164 | -29 | 2 |
STÍF | 5 | 137 | 166 | -29 | 1 |