Annað árið á rað verður Burn Showdown, sum er eitt tiltak fyri fleiri ítróttargreinar og vakurleikakappingar. Talan verður um eitt enn størri tiltak í ár, har Mixed Martial Arts, eisini nevnt MMA, verður ein partur av tiltakinum.
Les eisini: (Video) Ongantíð verið so stressaður
- Vit hava gjørt samstarv við MMA Galla úr Danmark, um at verða ein partur av Burn Showdown 2018. Tað hava tey játtað og fara at finna okkum "kemparar" úr Danmark, Norra, Svøríki og Bretlandi, sigur Jákup Súni Berg, sum er høvðusfyriskipari av tiltakinum.
Talan verður um átta dystir Seks amatørdystir og tveir sokallaðir ”pro” dystir, sum eru fulltíðar kemparar. Her verður lagt afturat, at mangan er amatørdystirnir spennandi og hendingaríkir, tí talan er um kemparar, ið vilja vísa seg fram á stóra pallinum – ella ”The Cage”, sum tað verður rópt í MMA samanhangi.
Hetta er aðru ferð, at MMA verður í Føroyum. Hesa ferð sum ein partur av Burn Showdown vikuskiftinum 16. og 17. novembur í høllini á Hálsi. MMA dystirnir verða fríggjakvøldið 16. novembur.










