Drúgvasta kappingin við Burn Showdown var greinin, Powerlift. Íðkararnir byrjaðu klokkan 13.00 og vóru ikki lidnir fyrr enn klokkan var farin væl av 17.
Greinin snúðu seg um at kappast í trimum lyftum. Tey vóru squat, bonkpress og deadlift. Eitt savnað stigatal kom burtur úr hesum lyftum, ið avgjørdi vinnaran tá ið at enda var komið.
Harafturat var kappast í trimum bólkum. Teir vóru IPF hjá kvinnum og monnum, og so WRPF hjá monnum. Hesi vóru tey tyngstu lyftini.
Tá ið avtornaði fingu hesi heiðursmerki:
IPF kvinnur:
1. Joan Thomsen 317,07 stig
2. Bára G. Justinussen 274,4 stig
3. Rósa Christiansen 286,03 stig
IPF menn:
1. Ári Thorvaldsson 366,18 stig
2. Pætur Weihe 360,85 stig
3. Poul Lamhauge 358,64 stig
WRPF menn:
1. Hans José Poulsen 434,02 stig
2. Bogi Andreasen 413,71 stig
3. Uni Mikkelsen 404,38 stig