Komandi vikuskiftið verður nýggja stóra tiltakið “Burn Showdown”. Talan er um eitt risa tiltak, har heilar 14 kappingar í styrki og fitness verða. Tiltakið verður í Høllini á Hálsi komandi fríggjadag og leygardag.
Fleiri av kappingunum eru søguligar á føroyskari jørð og við føroyskum luttakarum. Millum annað verður boksin við føroyskum boksarum, Føroya sterkasta kvinna og Miss Faroe Islands.
Her er skráin til tiltakið:
Fríggjadagin 17. novembur
17.00 – 18.00 Føroya sterkasta kvinna
18.15 – 20.15 Strongman
20.30 – 23.00 Boksing
Leygardagin:
12.00 – 13.00 Kettlebell
13.00 – 15.00 Weightlifting
14.00 – 16.00 Powerlifting
15.00 – 17.00 Crossfit
17.00 – 19.00 Steðgur
19.00 – 22.00 Bikini Fitness, Women’s Figure, Men’s Figure og Miss Faroe Islands
22.15 – 22.45 Steypahandan
23.00 - Medina










