Bæði Jákup Suni Berg, leiðari í Burn og Jákup Jacobsen, leiðari í Yndi Fitness eru á einum máli um, at antidoping samstarvið og eftirlit á hesum øki avgjørt eru av tí góða. Og báðir siga teir seg hava verið jaligir um at fara í samstarvið hjá ÍSF, tó at teir báðir hava havt spurningar til støðið á tí eftirlitsvirksemi, sum kemur við slíkari avtalu.
- Tað er lítið tey kunnu læra okkum um antidoping, men vit skriva undir avtalu nú fyrsta dagin, sigur Jákup Jacobsen, sum rekur Yndi Fitness. Og úr Burn eru boðini tey somu.
- Vit arbeiða sjálvandi ímóti doping. Tað er als ikki tað hesin spurningur snýr seg um, sigur Jákup Suni Berg, leiðari í Burn.
Les eisini: ÍSF: Man kann spyrja hví tey ikki eru við
ÍSF hevur stutt fyri gamlaárskvøld heitt á ítróttarfeløg og sersambond um at biðja síni ítróttarfólk venja í teimum venjingarmiðstøðunum, sum eru partur av antidoping avtaluni, og harvið ikki venja í teimum, sum ikki eru tað. Og hóast Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF ikki vil nevna nakrar venjingarmiðstøðir við navni, so eru tað serliga tvær, sum koma til hugs, tá ið ein sær áheitanina frá ÍSF. Og tað eru Yndi Fitness og Burn.
Báðar venjingarmiðstøðirnar siga í dag, at tær hava havt fleiri fundir við ÍSF um antidoping avtaluna, og spurningar hava verið reistir um, hvussu limirnir í venjingarmiðstøðunum fara at uppliva hesa avtalu.
- Hjá okkum hevur tað verið so, at vit hava verið sera jalig um hesa avtalu, men teir spurningar vit hava havt, hava verið umráðandi at fáa upp á pláss fyrst. Og tað snýr seg um, at vit vilja tryggja okkum, at okkara limir kenna seg væl inni hjá okkum, og at eftirlitið, sum verður gjørt, er á einum professionellum og rættvísum støði. Vit vilja hava, at tað stendur upp á skrift, hvussu man tryggjar rættvísi í eftirlitsarbeiðnum, tí Føroyar eru eitt lítið land, og tað er skjótt, at fólk, sum venja hjá okkum, kenna seg órættvíst viðfarnan, um tað ikki er púra klokkuklárt, hvussu eftirlitsarbeiðið verður gjørt, sigur Jákup Súni Berg. Hann vísir millum annað á, at tað verður sagt, at tað bert eru tey, sum eru undir illgruna fyri at taka ólóglig evni, sum verða kannað.
Les eisini: ÍSF biður feløg velja ávísar venjingarmiðstøðir frá
- Men hvussu tryggjar man sær, at eingin vanligur íðkari, sum gongur á rennibandi nakrar ferðir um vikuna, fer at verða biðin um at pissa í eitt glas og lata seg kannað, sigur Jákup Suni Berg og vísir á, at tað eru hesi viðurskifti, sum skulu fáast upp á pláss.
- Vit hava verið partur av heimsins størsta antidoping felagsskapi WNBF síðani 2013, so hetta er eitt øki við arbeiða nógv við. Vit hava bert havt nakar spurningar, og teir eru nú svaraðir, sigur Jákup Jacobsen.
Yndi fer tí at skriva undir fyrsta dagin, og í næstum fer Burn at biðja um enn ein fund við ÍSF fyri at fáa greiðu á seinastu snøklunum í spurninginum um antidoping avtaluna.