Neistamenn hava vunnið seg í FM-hálvfinalurnar.
Neistin vann søguligu FM-fjórðingsfinaluna móti StÍF, tað fyrstu nakrantíð í føroyskari hondbóltssøgu inni í høllini á Skála.
Dysturin endaði við 31-30 sigri til Neistan. Neistin var á odda 17-14 í steðginum.
Tá 44 minuttir vóru leiktir hevði StÍF vunnið seg upp á javnleik 21-21, men hálvanannan minutt seinni var Neistin á odda 24-21.
Tá seks minuttir vóru eftir var Neistin á odda 29-25. Tá setti StÍF ein endaspurt inn, men strandingar blivu akkurát ov stuttir. Jóannes Prestá skoraði til 30-29 tá 25 sekund vóru eftir, men við bert átta sekundum eftir tryggjaði Tróndur J. Kragesteen Neistanum sigurin við at skora til 31-29. Áðrenn hallarlúðurin ýldi náddi Dávid Danielsen at skora til 30-31.
Leygarkvøldið klokkan 19.30 spæla KÍF og Team Klaksvík FM-fjórðingsfinalu í høllini í Kollafirði. VÍF og H71 hava vunnið seg beinleiðis í FM-hálvfinalurnar.
Her er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##











