Burn: Neistin vann í Kollafirði og H71 vann á Kyndli

Her eru úrslit og málskjúttar frá Burn mansdeildini

Seinastu dystirnir í hesum árinum í Burn mansdeildini vóru leiktir í dag.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 30-27 á Kyndli. Í steðginum var H71 á odda 17-15. Tá 51 minuttir vóru leiktir var H71 á odda 29-23. Tað eydnaðist Kyndli at koma upp á 29-26 áðrenn H71 svaraði aftur.

 

Í Kollafirði eydnaðist tað Neistanum at vinna 30-29. Í fyrra hálvleiki vóru neistamenn omaná, og vóru teir bláu á odda 16-12 í steðginum. Ikki fyrrenn 54 minuttir vóru leiktir eydnaðist tað kollfirðingum at leggja seg odda. Tá tveir minuttir vóru eftir skoraði Vuk Stevanovic til 29-28 til KÍF. Seinastu hálvanannan minuttin skoraðu Tróndur J. Kragesteen og Simon Højmark Pedersen fyri Neistan uttan, at tað eydnaðist KÍF at svara aftur, og so fekk Neistin tvey kærkomin stig við sær til Havnar. 

 

##med2##

 

HER er dómarseðilin frá HSF frá dystinum H71-Kyndil 30-27 (17-15):

 

##med3##

 

HER er dómarseðilin frá HSF frá dystinum KÍF-Neistin 29-30 (12-16):

 

##med4##