Burn: Kyndil vann við sigursmáli í evstu løtu

Bert eitt stig skilir nummar sjey frá nummar fýra í Burn mansdeildini

Savnsmynd

Savnsmynd

Tað hevur ongantíð verið meir spennandi í stríðnum um sera avgerandi fjórða plássið í Burn mansdeildini, ið gevur atgongd til FM-endaspælið. 

 

Kyndil vann í kvøld 26-25 á Neistanum við einum sigursmáli, ið Tróndur Wardum sendi í málið tá klokkan vísti 59:59, og tað málið kann vísa seg at fara at vera avgerandi tá teljast skal saman aftaná 18 umfør.

 

Team Klaksvík á fjórða plássi hevur níggju stig, StÍF hevur níggju stig, Neistin hevur átta stig, og Kyndil hevur eisini átta stig, so har er nógvur spenningur um fjórða plássið.

 

Leygardagin klokkan 16 spælir Kyndil móti StÍF á Skála. Team Klaksvík spælir móti H71 í Hoyvík, og KÍF tekur móti VÍF í Kollafirði.

 

FM1 sigur ætlandi frá bæði kvinnu- og mansdystunum millum StÍF og Kyndil, ið byrja ávikavist klokkan 14 og klokkan 16.

 

Kyndil-Neistin 26-25 (13-11)

 

Málskjúttar Kyndil: Jákup Jørgensen 6, Anders Risdal 6, Mads Lindkvist 5, Kristoffur Bjørgvin 3, Tróndur Wardum 3, Tummas Jákup Sørensen 1, Borgar Sveinsson 1, William S. Nolsøe 1. 

 

Málskjúttar Neistin: Hanus Árason 5, Ágúst Óskarsson 5, Felix Kjartansson 5, Tróndur J. Kragesteen 4, Jóhannes Bjørgvin 3, Ísak Vedelsbøl 2, Finnur Hansson 1. 

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H711341130510622
 KÍF123303032718
 VÍF133723432914
 TEAM KLAKSVÍK12332354-229
 STÍF13358417-599
 NEISTIN12338350-128
 KYNDIL13309378-698
Savnsmynd

Savnsmynd