Burn: Kyndil vann seg í FM-finalurnar

Kyndilsmenn vunnu eisini seinnu hálvfinaluna móti StÍF

William Skovsager var við 12 málum toppskjútti hjá Kyndli (Mynd: kyndil.fo)

Verandi meistararnir í Burn mansdeildini, Kyndil hevur vunnið seg í FM-finalurnar, ið vera móti antin H71 ella VÍF.

 

Kyndil vann eisini seinnu FM-hálvfinaluna móti StÍF. Í kvøld gjørdist talan um 34-28 sigur í høllini á Hálsi í Havn. Tað var tó StÍF, ið var omaná í fyrra hálvleiki, og í steðginum var StÍF á odda 17-13. Men kyndilsmenn koppaðu øllum á høvdið í seinna hálvleiki, ið var vunnin 21-11.

 

William Skovsager var við 12 málum toppskjútti hjá Kyndli. Jón Eyðunsson Midjord var við sjey málum toppskjútti hjá StÍF.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 spæla H71 og VÍF triðu og avgerandi FM-hálvfinaluna í Hoyvíkshøllini.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Kyndil og StÍF:

 

##med2##

 

William Skovsager var við 12 málum toppskjútti hjá Kyndli (Mynd: kyndil.fo)