Tað vera Kyndil og StÍF sum koma at spæla finaluna í niðara endaspælinum í Burn mansdeildini leygarkvøldið klokkan 19.30.
Hálvfinalurnar í niðara endaspælinum vóru leiktar í høllini á Hálsi í Havn í kvøld.
Kyndil vann 30-28 á Neistanum. Í steðginum var Kyndil á odda 15-12. Tá hálvurtriði minuttur var eftir at leika var Kyndil á odda 29-26. Neistin kom uppá 29-28 tá 35 sekund vóru eftir, men beint undan dystarloki eydnaðist Kyndli at skora til 30-28.
StÍF vann stórsigur 36-19 á H71 2. Í steðginum var StÍF á odda 16-11.
Kyndil-Neistin 30-28 (15-12)
StÍF-H71 2 36-19 (16-11) - Her síggjast dómaraseðlarnir frá HSF:
##med2##
##med3##