Ein dystur er í kvøld leiktur í Burn Mansdeildini.
Í høllini í Vestmanna eydnaðist tað KÍF at vinna slagið um Norðurstreymoy. KÍF vann 30-27 á VÍF. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 16-11. Í seinna hálvleiki fekk VÍF nakrar ferðir minkað leiðsluna hjá KÍF niður í tvey mál, men nærri komu teir ikki.
Tróndur Johnson var toppskjútti hjá VÍF við níggju málum. Toppskjúttar hjá KÍF við seks málum hvør vóru Benedikt Emil Aðalssteinsson og Tóki Fríðriksson.
VÍF, H71 og Kyndil hava átta stig hvør í oddinum í deildini. VÍF hevur tó leikt seks dystir, meðan H71 og Kyndil hava leikt fimm dystir hvør. KÍF hevur seks stig á fjórða plássinum, og StÍF og Neistin hava fýra stig hvør. Team Klaksvík er aftast í deildini við ongum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum VÍF og KÍF:
##med2##












