Burn: KÍF vann seg í FM-finalurnar við stórsigri á VÍF

Tað vera H71 og KÍF sum skulu kappast um FM-gullið

Tað vera H71 og KÍF sum fara at kappast í FM-finalunum í Burn mansdeildini, har spælt verður best av fimm dystum. 

 

Fyrsta FM-finalan verður leikt í Hoyvíkshøllini komandi sunnudag klokkan 16. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

KÍF vann stórsigur í triðju og avgerandi hálvfinaluni móti VÍF í høllini í Kollafirði í kvøld. KÍF vann stórsigur 30-22. Longu í steðginum var KÍF á odda 19-11. Tað vóru seinastu 11 minuttirnir av fyrra hálvleiki sum blivu sera avgerandi.

 

Tá klokkan vísti 19 minuttir var KÍF bert á odda við einum máli 11-10. 11 minuttir seinni var KÍF á odda 19-11, og var VÍF í upploysningi hesa løtuna. Tá 39 minuttir vóru farnir var KÍF á odda 24-13, men VÍF fekk bøtt um skaðan seinastu løtuna av dystinum. 

 

Leygardagin klokkan 17 spælir VÍF bronsudyst móti Team Klaksvík. 

 

KÍF-VÍF 30-22 (19-11) - KÍF vinnur hálvfinaluuppgerðirnar 2-1. HER sæst dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##