Burn: Javnt í oddauppgerðini í Vestmanna

Tríggir dystir vóru leiktir í Burn mansdeildini í dag

VÍF er á gátttini til at hava tryggjað sær beinleiðis sess í FM-hálvfinalunum, og KÍF styrkti um sína støðu, tí H71 tapti fyri StÍF.

 

Tríggir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í dag.

 

Oddauppgerðin millum VÍF og KÍF í høllini í Vestmanna endaði við javnleiki 21-21. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 11-6. 

 

Úrslitið bleiv báðum liðunum til vildar, tí H71 tapi 29-31 fyri StÍF í høllini á Skála. Í steðginum var javnleikur 17-17 í dystinum á Skála.

 

Neistin vann greiðan 29-20 á Kyndli í høllini á Hálsi. Kyndil var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 12-12. Í seinna hálvleiki var Neistin tó greitt omaná.

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá dystinum VÍF-KÍF 21-21 (6-11) :

 

##med3##

 

Her er dómaraseðilin frá dystinum StÍF-H71 31-29 (17-17) :

 

##med4##

 

Her er dómaraseðilin frá dystinum Kyndil-Neistin 20-29 (12-12) :

 

##med5##