Tveir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í kvøld.
Í Hoyvíkshøllini var oddauppgerð millum H71 og VÍF. Dysturin endaði við javnleiki 32-32. Filip Jojic javnaði fyri VÍF til 32-32 tá bert fimm sekund vóru eftir av dystinum.
H71 var omaná í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 19-14. Men tað gekk ikki líka væl í hond hjá heimaliðnum í seinna hálvleiki.
Sveinur Olafsson var toppskjútti hjá H71 við 10 málum. Filip Jojic og Hallur Arason vóru toppskjúttar hjá VÍF við seks málum hvør.
Í høllini í Kollafirði vann StÍF ein sera týðandi 24-19 sigur á KÍF. Í steðginum vóru strandingar á odda 10-7.
StÍF er á sætta plássinum við 10 stigum nú fimm stig frammanfyri Team Klaksvík, ið bert hevur triggjar dystir eftir at spæla, so tað liggur í løtuni til StÍF at skula spæla FM-fjórðingsfinalu.
Hans Eli Sigurbjørnsson var toppskjútti hjá KÍF við fýra málum. Trúgvi Hávardsson og Pætur Ó. Barclay vóru toppskjúttir hjá StÍF við fimm málum hvør.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum H71 og VÍF:
##med2##
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum KÍF og StÍF:
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 15 | 479 | 405 | 74 | 23 |
H71 | 15 | 460 | 385 | 75 | 22 |
KYNDIL | 16 | 452 | 414 | 38 | 19 |
NEISTIN | 16 | 425 | 448 | -23 | 16 |
KÍF | 15 | 382 | 403 | -21 | 13 |
STÍF | 16 | 450 | 480 | -30 | 10 |
TEAM KLAKSVÍK | 15 | 369 | 482 | -113 | 5 |