Seinastu dystirnir í Burn mansdeildini vóru leiktir í dag.
Spennandi kapprenning var millum H71 og KÍF um at røkka øðrum plássinum, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar. Samstundis var ein spennandi kapprenning millum StÍF, Neistan og Team Klaksvík um at tryggja sær fjórða plássið, og harvið heimavøll í FM-fjórðingsfinaluni.
H71 tryggjaði sær annað plássið við 23-21 sigri á Team Klaksvík í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var H71 á odda 14-10 í steðginum.
StÍF tryggjaði sær fjórða plássið við at vinna 31-28 á KÍF í høllini í Kollafirði. StÍF var flúgvandi í fyrra hálvleiki og var á odda 16-9 í steðginum.
Neistin tapti á heimavølli í høllini á Hálsi 29-33 fyri VÍF, ið er vinnari av grundspælinum. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
VÍF og H71 fara beinleiðis til FM-hálvfinalurnar. KÍF hevur heimavøll móti Team Klaksvík í FM-fjórðingsfinaluni, og StÍF hevur heimavøll móti Neistanum í FM-fjórðingsfinaluni.
Endaliga støðan í grundspælinum:
##med2##
Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-Team Klaksvík 23-21 (14-10) :
##med3##
Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum KÍF-StÍF 28-31 (9-16) :
##med4##
Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Neistin-VÍF 29-33 (14-14) :
##med5##