Vinnararnir av grundspælinum í Burn mansdeildini, H71 vunnu enn ein sigur í kvøld.
H71 vann 30-27 á StÍF í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var StÍF á odda 15-14.
Tá 38 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 17-17. Fimm minuttir seinni var H71 á odda 21-17, og eftir tað var minsta frástøðan ein trímálsleiðsla hjá H71.
H71-StÍF 30-27 (14-15) - Støðan sæst undir dómaraseðlinum hjá HSF:
##med2##
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| H71 | 17 | 540 | 414 | 126 | 30 |
| KÍF | 16 | 448 | 412 | 36 | 22 |
| VÍF | 16 | 456 | 413 | 43 | 18 |
| TEAM KLAKSVÍK | 17 | 470 | 493 | -23 | 17 |
| STÍF | 17 | 470 | 533 | -63 | 11 |
| NEISTIN | 16 | 454 | 481 | -27 | 10 |
| KYNDIL | 17 | 397 | 489 | -92 | 8 |











