##med2##
Tað var aftur ein hádramatiskur dystur millum mansliðini hjá H71 og Neistan í Hoyvíkshøllini í dag. Hesaferð endaði tað við javnleiki 26-26. Í steðginum var heimaliðið, H71 á odda 12-11.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá spennandi dystarendanum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Hall Biskopstø hjá H71, ið skoraði tvey mál fyri H71 í dag.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Julian Kragesteeen hjá Neistanum, ið skoraði seks mál fyri Neistan.
H71-Neistin 26-26 (12-11)
Toppskjúttar hjá H71: Peter Krogh 7, Rói Ellefsen á Skipagøtu 5 og Niklas Hanusarson 5.
Toppskjúttar hjá Neistanum: Pauli Høj 7, Julian Kragesteen 6 og Rasmus Søby 5.
Í Vestmanna vann VÍF 35-30 (19-15) á Team Klaksvík. Toppskjúttar hjá VÍF vóru Julian Olsen við 11 málum og Filip Jojic við níggju málum. Valentin Valentakovic skoraði átta mál, og Sámal á Tjaldrafløtti og Vuk Stevanovic skoraðu seks mál fyri Team Klaksvík.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
NEISTIN | 6 | 184 | 159 | 25 | 10 |
H71 | 5 | 139 | 117 | 22 | 7 |
VÍF | 5 | 151 | 138 | 13 | 7 |
KÍF | 6 | 144 | 133 | 11 | 6 |
TEAM KLAKSVÍK | 5 | 121 | 129 | -8 | 4 |
STÍF | 7 | 171 | 205 | -34 | 4 |
KYNDIL | 6 | 125 | 154 | -29 | 2 |